|
Hósdag, 10 Juni 2010 16:54 |
|
Pallborðsorðaskifti, ið var á Fjarðafestivalinum verður endursent kl.19:30 á Rás2 í kvøld 10. juni.
Pallborðið var samansett av Føroya dómprósti Una Næs, samkomuleiðaranum í Lívdini Jógvan Zachariasen, skriftserfrøðinginum Símun Absalonsen, aðalskrivaranum í Føroysku heimamissiónini Øssur Kjølbro og samkomuleiðaranum í Kelduni Paula Høj. Rúni Rasmussen var orðstýrari og setti spurningarnar. Viðgjørt bleiv um Kristindóm í Føroyum sæð frá fortíð, nútíð og framtíð har høvið eisini var hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Umframt á FM kann Rás2 hoyrast beinleiðis umvegis alnótina á HER. Sí annars myndir frá orðaskiftinum HER.
|
|
Sunnudag, 06 Juni 2010 01:32 |
Skráin fyri leygardagin endaði við einum ”lovsangsbraki”, sum Wok Worship stóðu fyri.
Henda framførðslan var, mótsett øðrum konsertum á Fjarðafestivalinum, ikki ein framførðsla, har áhoyrararnir skuldu sita í salinum og lurta eftir tí, sum gekk fyri seg á pallinum, men hesa løtuna vóru øll sangarar, ið sungu lovsang til tann eina ”áhoyraran”, sum er Jesus.
Flestu stólarnir vóru ruddaðir burtur, so fólk kundu standa uppi og syngja- og liva við. Sangtekstirnir (størsti parturin á enskum) kundu lesast... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 22:59 |
Aftur í ár komu T.O.S á pallin á Fjarðafestivalinum. Róp, skrál og klapp var, tá T.O.S. kom á pallin. Tað var ein heilt einastandandi framførðsla. Enn einaferð kláraðu teir at fáa fólk við í sanginum, og tey vóru púra vekk. Bárður og hansara “band” við ymiskum instrumentum, koyrdu tað bara í gjøgnum. Við friðarligum, og rokkandi sangum. Eisini sungu Bárður og Sólrun duet saman við orkestrinum. Øll vóru mega við uppá tað. Super framførðsla ótrúliga gevandi.
Eisini vóru teir klappaðir upp aftur á pallin. Fantastiska flott.
|
|
|
Sunnudag, 06 Juni 2010 11:50 |
Longu væl áðrenn kl. 11 vóru fyrstu festivalgestirnir á fótum og komnir inn í Kelduna, har morgunmøti var á skránni.
Lagt var út við einum góðum kaffimunni í kafeteriuni, ið eisini er vanligt á morgunmøtunum í Kelduni. Hetta er sera gott fyri trivnaðin og felagsskapin í samkomuni.
Møti sjálvt byrjaði við felagssanginum ”Hann livir, ja Hann livir”. Nógv fólk var komið til morgunmøti, og ikki sást at fólk vóru troytt eftir eitt strævið vikuskifti; lívligur og góður stemningur.
Malmberg Olsen yngri leiddi møti... |
|
Les meiri...
|
|
Sunnudag, 06 Juni 2010 00:21 |
Heine Lútzen og bólkur, hevur júst verið á pallinum á fjarðafestivalinum. Heine Lútzen er eitt afturvendandi navn á fjarðafestivalinum. Teirra framførðsla var prega av, at teir júst hava útgivið nýggja fløgu.
Heine syngur sálmar í rock útgávu. Salurin var fultsettur og áhoyrarnir klappaðu og vóru væl við. Heine endaði við sálminum "Nærri mín Gud til tín" og sum hann segði: "hetta ein fantastiska góður sálmur, tiltíðir kann tað kennast Gud er so langt burtur, men tá er tað gott at syngja hendan sálmin... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 21:52 |
Bólkurin Humble Cry, kom á pallin kl. 22.
Teir vóru móttiknir av eini forvæntningsfullari áhoyrarafjøld. Tað var rættuliga nógv fólk komin at lýða á.
Humble Cry er ein bólkur av 5 ungum monnum úr Tórshavn. Bólkurin hevur spælt saman í 3 ár. Hetta er triðju ferð teir eru við á Fjarðafestivalinum. Tónleika stílurn hjá teimum, er ein blandingur av pink floyd-pop-rock tónleiki. Ein sera væl samanspældur bólkur. Teir framførdu 6 løg, fjøldin klappaði við og var væl við í teirra framførðslu. Øll... |
|
Les meiri...
|
|