Aftur í ár komu T.O.S á pallin á Fjarðafestivalinum. Róp, skrál og klapp var, tá T.O.S. kom á pallin. Tað var ein heilt einastandandi framførðsla. Enn einaferð kláraðu teir at fáa fólk við í sanginum, og tey vóru púra vekk. Bárður og hansara “band” við ymiskum instrumentum, koyrdu tað bara í gjøgnum. Við friðarligum, og rokkandi sangum. Eisini sungu Bárður og Sólrun duet saman við orkestrinum. Øll vóru mega við uppá tað. Super framførðsla ótrúliga gevandi.
Eisini vóru teir klappaðir upp aftur á pallin. Fantastiska flott.