Tú ert her: Forsíða Tíðindi 2010
Endursending av pallborðsorðaskifti á Rás2 kl.19:30
Hósdag, 10 Juni 2010 16:54

Les meiri...Pallborðsorðaskifti, ið var á Fjarðafestivalinum verður endursent kl.19:30 á Rás2 í kvøld 10. juni.

Pallborðið var samansett av Føroya dómprósti Una Næs, samkomuleiðaranum í Lívdini Jógvan Zachariasen, skriftserfrøðinginum Símun Absalonsen, aðalskrivaranum í Føroysku heimamissiónini Øssur Kjølbro og samkomuleiðaranum í Kelduni Paula Høj. Rúni Rasmussen var orðstýrari og setti spurningarnar. Viðgjørt bleiv um Kristindóm í Føroyum sæð frá fortíð, nútíð og framtíð har høvið eisini var hjá áhoyrarunum at seta spurningar.

Umframt á FM kann Rás2 hoyrast beinleiðis umvegis alnótina á HER. Sí annars myndir frá orðaskiftinum HER.

 
Wok Worship við lovsangsbraki
Sunnudag, 06 Juni 2010 01:32
Les meiri...Skráin fyri leygardagin endaði við einum ”lovsangsbraki”, sum Wok Worship stóðu fyri.

Henda framførðslan var, mótsett øðrum konsertum á Fjarðafestivalinum, ikki ein framførðsla, har áhoyrararnir skuldu sita í salinum og lurta eftir tí, sum gekk fyri seg á pallinum, men hesa løtuna vóru øll sangarar, ið sungu lovsang til tann eina ”áhoyraran”, sum er Jesus.

Flestu stólarnir vóru ruddaðir burtur, so fólk kundu standa uppi og syngja- og liva við. Sangtekstirnir (størsti parturin á enskum) kundu lesast...
Les meiri...
 
Humble Cry
Leygardag, 05 Juni 2010 21:52
Les meiri...Bólkurin Humble Cry, kom á pallin kl. 22.

Teir vóru móttiknir av eini forvæntningsfullari áhoyrarafjøld. Tað var rættuliga nógv fólk komin at lýða á.

Humble Cry er ein bólkur av  5 ungum monnum úr Tórshavn. Bólkurin hevur spælt saman í 3 ár. Hetta er triðju ferð teir eru við á Fjarðafestivalinum. Tónleika stílurn hjá teimum, er ein blandingur av pink floyd-pop-rock tónleiki. Ein sera væl samanspældur bólkur. Teir framførdu 6 løg, fjøldin klappaði við og var væl við í teirra framførðslu. Øll...
Les meiri...
 
Morgunmøti á Fjarðafestivalinum
Sunnudag, 06 Juni 2010 11:50
Les meiri...Longu væl áðrenn kl. 11 vóru fyrstu festivalgestirnir á fótum og komnir inn í Kelduna, har morgunmøti var á skránni. Lagt var út við einum góðum kaffimunni í kafeteriuni, ið eisini er vanligt á morgunmøtunum í Kelduni. Hetta er sera gott fyri trivnaðin og felagsskapin í samkomuni. Møti sjálvt byrjaði við felagssanginum ”Hann livir, ja Hann livir”. Nógv fólk var komið til morgunmøti, og ikki sást at fólk vóru troytt eftir eitt strævið vikuskifti; lívligur og góður stemningur. Malmberg Olsen yngri leiddi møti...
Les meiri...
 
Heini Lútzen
Sunnudag, 06 Juni 2010 00:21
Les meiri...Heine Lútzen og bólkur, hevur júst verið á pallinum á fjarðafestivalinum. Heine Lútzen er eitt afturvendandi navn á fjarðafestivalinum. Teirra framførðsla var prega av, at teir júst hava útgivið nýggja fløgu.

Heine syngur sálmar í rock útgávu. Salurin var fultsettur og áhoyrarnir klappaðu og vóru væl við. Heine endaði við sálminum "Nærri mín Gud til tín" og sum hann segði: "hetta ein fantastiska góður sálmur, tiltíðir kann tað kennast Gud er so langt burtur, men tá er tað gott at syngja hendan sálmin...
Les meiri...
 
Ásbjørn er sera dugnaligur gyklari
Leygardag, 05 Juni 2010 21:15
Les meiri...Seinna framførðslan hjá gyklaranum Ásbjørn var sera góð. Hann vakti undran og hevði eisini sera stuttligar viðmerkingar, so at bæði børn og vaksin (leystliga mett eini 200 í tali) fingu eina góða uppliving í tjaldinum. 

Har var alt tað, sum ein gyklari skal hava. Vit sóu eitt band, sum onkuntíð hevði tveir- onkuntíð tríggjar og onkuntíð fýra endar. Tað sáð út sum at bandi bleiv kutað sundur, fyri síðani at blíva heilt aftur.

Síðani vísti hann kynstur við kortum og ein hvít skógvalissa bleiv fyrst...
Les meiri...
 




Brian Welch CNN Interview - Part 1


Brian Welch CNN Interview - Part 2


Everlasting God -Brenton Brown