Í eini skjótari vend er tað eydnast at fáa Martin í Grund á skránna til Fjarðafestivalin. Martin er kendur úr bólkinum Marstin and the Revelators, og hevur fyrr skara framúr við síni serstakari og alternativari framførðslu.
Í kvøld legði Martin út við sanginum um ”Pumpkin pie”, ið áskoðararnir kendu væl, og sungu við har teir áttu. Martin byrjaði einsamallur á pallinum, og framførdi í singer/songwriter stíli, men í absolut lívligan stíl, og Martin dugdi sera væl at fáa áhoyrararnar við uppá at syngja og klappa við.
Martin hevði ein eitt sindur prikandi sang, sum var vendur móti teimum, ið royna at troðka kristin virðir út úr okkara samfelag. Hesin sangur fangaði væl, og fólk sótu í skellilátri.
Ongin ivi um at Martin er ein framúr entertainari, sangskrivari og sangari, ið dugir sera væl at fylla senuna og salin, hóast hann var heilt einsamallur.
|