Rockbólkurin Credo úr Klaksvík hevur júst verið á palli í Kelduni í Skálafirði. Bólkurin er mannaður av Hans Andriasi Olsen - trummur og sang, Rógva Sivertsen - gittar, Leivur Vitalis - bass og sang og Alvin Ellebye Andersen - keyboard, gittar og programming. Teir spældu fleiri vill løg og virkaði stílurin eitt sindur ráari enn undanfarin ár. Tað tykist eins og at teir í bólkinum eru meira greiðir og klárir yvir, hvat teir vilja. Tað merkist, at bólkurin hevur fleiri ár á baki, tí talan er um dugnaligar og garvaðar tónleikarar, sum spæla væl saman. Summi av løgunum hava verið at hoyrt fyrr, meðan okkurt var spildurnýtt. Tað er gott við nýggjum tilfari, tí tað vísir at bólkurin flytir seg. Tað vóru nógv fólk, sum lurtaðu, fleiri enn tað hava verið til nøkur av hinum framførslunum. Tað kemst óivað av, at Credo er vorðið eitt kent navn millum kristnar tónleikabólkar í Føroyum. Leivur Vitalis segði til seinast, at teir vóru fegnir um at luttaka á Fjarðafestivalinum og at teir vónaðu at vera við aftur næsta ár. Eftir eina so frálíka framførslu er ongin ivi um, at teir vera við aftur á Fjarðafestivalinum 2011.
|