|
Seinna framførðslan hjá gyklaranum Ásbjørn var sera góð. Hann vakti undran og hevði eisini sera stuttligar viðmerkingar, so at bæði børn og vaksin (leystliga mett eini 200 í tali) fingu eina góða uppliving í tjaldinum.
Har var alt tað, sum ein gyklari skal hava. Vit sóu eitt band, sum onkuntíð hevði tveir- onkuntíð tríggjar og onkuntíð fýra endar. Tað sáð út sum at bandi bleiv kutað sundur, fyri síðani at blíva heilt aftur.
Síðani vísti hann kynstur við kortum og ein hvít skógvalissa bleiv fyrst blá og síðani reyð. Ásbjørn segði, at hetta vóru flagglitirnir – og tað helt hann vera ”merki-ligt”.
Onkuntíð brúkti hann áskoðararnar at hjálpa sær, og eisini lærdi hann børnini okkurt, sum tey sjálvi kunnu gera heima.
Bersøgni tosandi fuglurin ”Freki Finn” var eisini við í framførðsluni. Ein av hansara viðmerkingum var, at honum dámdi ikki Heina Lütsen, tí Heini heldur, at í himlinum fara øll at ganga við stavi. - Heini syngur jú ”Staðurin har bíðar mær...”
Ásbjørn unirhelt í ein hálvan tíma, og hesum kom hann sera væl frá.
|