Tú ert her: Forsíða Tíðindi 2010 Humble Cry
Humble Cry

ingmarBólkurin Humble Cry, kom á pallin kl. 22.

Teir vóru móttiknir av eini forvæntningsfullari áhoyrarafjøld. Tað var rættuliga nógv fólk komin at lýða á.

Humble Cry er ein bólkur av  5 ungum monnum úr Tórshavn. Bólkurin hevur spælt saman í 3 ár. Hetta er triðju ferð teir eru við á Fjarðafestivalinum. Tónleika stílurn hjá teimum, er ein blandingur av pink floyd-pop-rock tónleiki. Ein sera væl samanspældur bólkur. Teir framførdu 6 løg, fjøldin klappaði við og var væl við í teirra framførðslu. Øll reistust og klappaðu fyri eykalag, tá teir høvdu framført seinasta lagið, so sigast má, at tað var ein vælnøgd áhoyrarafjøld í kvøld.

Teir, sum mannað bólkin Humble Cry eru: Ingmar Berg Mikkelsen solo og epiphone les paul guitar, Sámal Jákup Jakobsen solo og fender strato caster guitar, Jens Suni Hansen á trummum, Jóhan Dam á bass og Torkil Petersen á klaver.

Dagfesting: Leygardag, 05 Juni 2010 21:52 © Skrivað hevur Annika Frederiksberg
 




Brian Welch CNN Interview - Part 1


Brian Welch CNN Interview - Part 2


Everlasting God -Brenton Brown