Tú ert her: Forsíða Tíðindi 2010 Heini Lútzen
Heini Lútzen

heiniHeine Lútzen og bólkur, hevur júst verið á pallinum á fjarðafestivalinum. Heine Lútzen er eitt afturvendandi navn á fjarðafestivalinum. Teirra framførðsla var prega av, at teir júst hava útgivið nýggja fløgu.

Heine syngur sálmar í rock útgávu. Salurin var fultsettur og áhoyrarnir klappaðu og vóru væl við. Heine endaði við sálminum "Nærri mín Gud til tín" og sum hann segði: "hetta ein fantastiska góður sálmur, tiltíðir kann tað kennast Gud er so langt burtur, men tá er tað gott at syngja hendan sálmin Nærri mín Gud til tín".

Teir sum mannað bólkin hjá Heina eru: Heine Lútzen solo og guitar, Gunnar Guttesen á keebord, Josva Debes á trummum, Rúni Eysturlíð guitar og Svend Åge Drewsen bass.

 

Dagfesting: Sunnudag, 06 Juni 2010 00:21 © Skrivað hevur Annika Frederiksberg
 




Brian Welch CNN Interview - Part 1


Brian Welch CNN Interview - Part 2


Everlasting God -Brenton Brown