|
Skráin fyri leygardagin endaði við einum ”lovsangsbraki”, sum Wok Worship stóðu fyri.
Henda framførðslan var, mótsett øðrum konsertum á Fjarðafestivalinum, ikki ein framførðsla, har áhoyrararnir skuldu sita í salinum og lurta eftir tí, sum gekk fyri seg á pallinum, men hesa løtuna vóru øll sangarar, ið sungu lovsang til tann eina ”áhoyraran”, sum er Jesus.
Flestu stólarnir vóru ruddaðir burtur, so fólk kundu standa uppi og syngja- og liva við. Sangtekstirnir (størsti parturin á enskum) kundu lesast á stórskýggja.
Tónleikaliga støðið var høgt. Til teir stillu sangirnar var tað serliga tangentspælið, ið fylti væl, meðan trummurnar vóru berandi í tí lættara partinum.
Hóast klokkan var farin av hálvgum tvey áðrenn Wok Worship sluppu á pallin, so vóru eini 150 fólk í salinum hesa løtuna, men talið minkaði tó nakað, tá klokkan nærkaðist hálvgum trý.
|