Tú ert her: Forsíða Tíðindi 2010 Morgunmøti á Fjarðafestivalinum
Morgunmøti á Fjarðafestivalinum
img_8338Longu væl áðrenn kl. 11 vóru fyrstu festivalgestirnir á fótum og komnir inn í Kelduna, har morgunmøti var á skránni.

Lagt var út við einum góðum kaffimunni í kafeteriuni, ið eisini er vanligt á morgunmøtunum í Kelduni. Hetta er sera gott fyri trivnaðin og felagsskapin í samkomuni.

Møti sjálvt byrjaði við felagssanginum ”Hann livir, ja Hann livir”. Nógv fólk var komið til morgunmøti, og ikki sást at fólk vóru troytt eftir eitt strævið vikuskifti; lívligur og góður stemningur.

Malmberg Olsen yngri leiddi møti, og hann metti hetta at hava verið ein sera góður festivalur, og tað tók fólkið undir við. Eisini greiddi hann frá, at komandi vikuskifti verða evangelisk møtir í Kelduni, leygardagin kl. 21 og sunnudagin kl. 17.

Samkomuleiðarin í Kelduni, Pauli Høj, takkaði fyrireikarunum fyri eitt væleydnað tiltak, og legði dent á at hetta er ein háttur hjá samkomuni at náa út til menniskju, sum annars aldrin koma inn í samkomuhøpi ella til møtir. Og so kunnu vera ymiskar hugsanir um, hvat slag av tónleiki og framførðslum eru góðar, men hetta at samkoman røkkur menniskju, sum ikki kenna Kristus, er tað sum hevur týdning. Eisini takkaði hann øllum, sum høvdu hjálpt til.

Síðan kom Leigh Hjaltalin at framføra. Hon byrjaði við at proklamera at ”at liva er mær Kristus og deyðin ein vinningur”. Rakul Petersen spældi guitar saman við Leigh, og tær framførdu tveir sangir.

Kristina N. Hansen leiddi lovsangskór og samkomuna í lovsangi, og innleiddi við at eggja samkomuna til at vera við í tilbiðjanini, eisini hóast nógv helst vóru troytt. Við sangum sum ”Lift Jesus higher” og ”Vit vilja saman prísa Jesus” kom lív í fjøldina.

Eftir eina løtu fóru børnini út og yvir í sunnudagsskúlan ímeðan lovsangurin helt áfram.

Pauli eggjaði í talu síni, samkomuni til ikki at missa móti, hóast alt til tíðir ikki gongur við. Okkara æviskeið er sum ein Marathon renning. Tað hevur ikki so stóran týdning, hvussu tú byrjar renningina, men tað sum hevur týdning, er at tú gjøgnumførir og nær málið. Tað ber ikki til at renna full speed allatíðina, sum tá man rennur sprint á einum stuttum teini. Tað krevst úthaldni, trúfesti og áhaldni at vinna og gjægnumføra skeiðið.

Eisini áminti Pauli samkomuna um at vera fylt við Heilaga Andanum, og ansa eftir at vera ”salt jarðarinnar”. Hann brúkti myndina av at gera sós, og um man koyrir ov nógv vatn í sósina, so gerst hon tunn og keðilig, og smakkar ikki væl. Um trúgvandi fylla ov nógv ”vatn” (verðsligheit) í sítt lív, so gerst man útvatnaður, og man smakkar ikki væl hjá teimum, sum ikki kenna Jesus.

Í gamla testamenti lesa vit um Ester, ið var drotning í Persia, og sum stó fyri eini avbjóðing at bjarga jødunum undan týning. Hon var útvald fyri ”slíka tíð sum hesa”. Á sama hátt er hvør einstakur trúgvandi útvaldur og kallaður av Gudi, til at gera brúk av sínum evnum og ávirkan har viðkomandi er, ”fyri slíka tíð sum hesa”. Eisini takkaði Pauli eldra ættarliðnum fyri áhaldandi trúfesti, og áminti tey yngru at taka við fyridømi teirra eldru.

Møti endaði við lovsangi og felagssangi. Aftaná vóru øll boðin inn í kafeteriuna at eta restir frá festivalinum.
Dagfesting: Sunnudag, 06 Juni 2010 11:50 © Skrivað hevur Arni Abrahamsen
 




Brian Welch CNN Interview - Part 1


Brian Welch CNN Interview - Part 2


Everlasting God -Brenton Brown