Pallborðsorðaskifti, ið var á Fjarðafestivalinum verður endursent kl.19:30 á Rás2 í kvøld 10. juni.
Pallborðið var samansett av Føroya dómprósti Una Næs, samkomuleiðaranum í Lívdini Jógvan Zachariasen, skriftserfrøðinginum Símun Absalonsen, aðalskrivaranum í Føroysku heimamissiónini Øssur Kjølbro og samkomuleiðaranum í Kelduni Paula Høj. Rúni Rasmussen var orðstýrari og setti spurningarnar. Viðgjørt bleiv um Kristindóm í Føroyum sæð frá fortíð, nútíð og framtíð har høvið eisini var hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
Umframt á FM kann Rás2 hoyrast beinleiðis umvegis alnótina á HER. Sí annars myndir frá orðaskiftinum HER.