Aftaná eitt sera gott samarbeiði tveir teir seinastu festivalarnar, hava Fjarðafestivalurin og Føroya Banki enn einaferð avgjørt at gera enn eina stuðulsavtalu. Hetta inniber at Føroya Banki aftur í ár er høvuðsstuðul hjá Fjarðafestivalinum. Ikki kann sigast annað enn at vit eru glaðir fyri hesa avtaluna, sum gevur okkum møguleika at gjøgnumføra enn ein fjølbroyttan festival til gleði fyri mong.
Vit eru í ferð við at fáa tær seinastu avtalurnar uppá pláss og koma fyrsta dagin út við einum nærum fullkomnari skrá. Atgongumerkjasølan byrjar eisini nú og kunnu atgongumerki á 395 kr keypast á flestu FAST støðum og á www.gjamma.com.