Brenton Brown er kanska ikki so kendur um okkara leiðir, men um vit nevna sangir sum Lord reign in me, All who are thirsty, Your love is amazing og Everlasting God, so eru hettar sangir sum Brenton hevur gjørt og sum verða sungnir nógv í ymiskum samkomum runt um í heiminum.
Ein “konsert” við Brenton Brown og hansara tónleikarum, er ikki bara ein konsert. Brenton leggur sera stóran dent á tað andaliga støði í hansara “framførðslu”, eingin skal verða í iva um at Gud hevur hægsta “prioritet”.
Brenton hevur útgivið 3 fløgur, tann seinasta kom út í februar 2010 og kallast Adoration. Eisini hevur Brenton verið við á fleiri útgávum hjá Vineyard felagskapinum, sum hann eisini hevur verið ein partur av í nógv ár. Kendir sangarar sum t.d. Chris Tomlin, Lincon Brewster og Brian Doerksen hava haft hansara sangir við á teirra útgávum.
Tað er tí við spenningi at vit síggja fram til at hetta, í okkara høpi, nýggja navni kemur at luttaka á ársins Fjarðafestivali. Tað verður uttan iva ein løta sum kemur at seta spor í lívið hjá mongum.