Skrivað hevur ein undrandi, Monday 7 June 2010, 14:26
Havi sæð myndir av ungum, sum hava verið á Fjarðafestivali - tey standa og gera "bukkateknið" og síggja ør (negativt meint) út í ansigtinum. Síggja als ikki út til at tilbiðja Jesus. So eg standi undrandi og spyrji meg sjálvan, er Fjarðafestivalurin fyri at tilbiðja Jesus? Ella er hann fyri at tilbiðja menn, sum tá teir upptraðka, heldur ikki síggja út til at tilbiðja Jesus?
Kanska eg fari heilt skeivur?
Kundi eisini hugsa mær at vita, at tá tit velja bólkar, sum brúka so svakan tónleik, og standa og banka við høvdinum, er tað fyri at læra ungdómin, at soleiðis stendur man, akkurát sum "´heimurin" og tilbiðjur Jesus - dugi ikki at síggja nakra sum helst tilbiðjan í tí. Ella er tað fyri at náa tey "úti í heimi", sum dáman hendan musikkin??
So er spurrningurin, koma ófrelst yvirhøvur á Fjarðafestival, ella læra tit tey trúgvandi musikkin og verumáta hjá heiminum at kenna og dáma - og er nakað so vunnið??
Skrivað hevur Ein takksamur festivalgestur, Sunday 6 June 2010, 20:34
Hey. stóra tøkk fyri ein góðan og fjølbroyttan festival!
Eg og nakrir vinmenn, hava práta um, hvørjir útlendskir bólkar burdu komi í næsta ár og her eru uppskotini:
Tourniquet, Relient K, LeeLand, Skillet og TobyMac!!
Skrivað hevur Keldufan, Saturday 5 June 2010, 00:09
Hey
Um ein atlar sær við børnunum í morgin til Ásbjørn, Nósa og Absalon, skal man so gjalda 395,- kr.?
Skrivað hevur Sonja, Friday 4 June 2010, 01:18
Tað var spell, men so er gott at fleiri aðrir góðir eru :))
Skrivað hevur Jógvan Andersen, Thursday 3 June 2010, 19:43
Tíverri mátti Jóhan Magnus K. Olsen geva avboð :(
Skrivað hevur Sonja, Thursday 3 June 2010, 17:50
Verður Jóhan Magnus ikki við allíkavæl?
Skrivað hevur Berghilda , Thursday 3 June 2010, 13:00
kunnu hundar koma við á fjarða? ;ii
Skrivað hevur Eyðun Jacobsen, Wednesday 2 June 2010, 23:59
Hey Krista.
Tú kanst ringja á tlf hjá festivalinum 560565 :-)
Skrivað hevur krista Poulsen, Wednesday 2 June 2010, 23:11
Hvar fai eg belettur til at kamping á fjarafestivalinum
Skrivað hevur Eyðun Jacobsen, Wednesday 2 June 2010, 21:33
Nei. Tað ber ikki til at keypa eindagsatgongumerkið. Vit hava sett ein so lágan prís á vikuskiftispass at tað kostar ikki meir enn ein enkult konsert hevði kosta.
Eyðun Jacobsen
Formaður fyri Fjarðafestivalin