Tú ert her: Forsíða Tíðindi
HEAD rock PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 04 Juni 2010 22:56
Les meiri...Tað kendist á stemninginum á festivaløkinum, at fólk vóru spent til høvuðsnavnið Brian ”HEAD” Welch skuldi á pallin. Longu langt áðrenn konsertin skuldi byrja, var stór bíðirøð uttanfyri inngongdina til konsertsalin. Og so skjótt dyrnar blivu latnar upp, tysjaðu fólk inn í salin. Spenningur var í luftini, og fólk klappaðu og róptu, hvørja ferð back stage hurðin fór upp. Og eftir eina løtu stormaðu Head og orkestur inn á senuna. Sigast má at hetta helst er ein mest...
Les meiri...
 
Leigh Hjaltalin PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 04 Juni 2010 21:34
Les meiri...Kl. 21:30 komu Leigh Hjaltalin solo og Victor Carlsen á klaverinum, á pallin í festval teltinum

Leigh sang m.a. vakra sangin “You´re faithful”. Hon hevði vitnisburð um, hvussu hon hevði upplivað Guds trúfesti, tá hon var innløgd á sjúkrahús við lítlu dóttrini. Óansæð hvat vit uppliva í lívinum, so er Gud áhugaður í hvørjari støðu í lívið okkara.

Ein fantastiska góð og salvað framførðsla av Leigh Hjaltalin.
 
Brian Welch og Brenton Brown við fylgi komnir til landið PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 04 Juni 2010 19:26
Les meiri...Í góðveðrinum tíðliga seinnapartin í dag, lendi flúgvarin við høvuðsnøvnunum í Vágunum.

Tað gekk skjótt og væl at fáa fólk og viðføri avstað, og so gekk leiðin inn í Eysturoynna.

Á vegnum varð høvið nýtt at vísa gestunum nakað av vøkru føroysku náttúruni, ið vísti seg frá síni góðu síðu, nú veðrið var so gott.

Millum annað varð koyrt ein túr norð til Eiðis, har gestirnir fingu høvi at síggja Risan og Kellingina, og at hoyra vælkendu søguna um ætlanina at sleipa Føroyar yvir til Íslands.'

Síðan gekk leiðin til hotellið, har høvuðsnøvnini kunnu slappa av og fyrireika seg til framførðslurnar í kvøld.

 
Ein góð løta saman við Vitanum PDF Prenta T-post
Hósdag, 03 Juni 2010 22:41
Les meiri...Tann síðsti bólkurin ið spældi í kvøld var Vitin. Tað byrjaði soleiðis hjá Vitanum, við at Jóhan Páll Joensen, Torkil Mørkøre og Petur Vitales, fóru niður til Hirtshals at syngja. Tá ið teir komi heim aftur, gjørdu teir av at halda á fram at syngja. Tá komu so Jógvan Høj, og Dávur Johannesen afturat.

Stemningurin var eisini ómetaliga góður.

Vanliga eru teir átta ið syngja. Jóan Petur Hansen, Guttorm Matras , Leivur Vitales, Jóhan Páll Joensen, Jógvan Høj, Torkil...
Les meiri...
 
Tey á Váli PDF Prenta T-post
Hósdag, 03 Juni 2010 20:49

Les meiri...Tey á Váli, vóru tey fyrstu syngjandi at seta dám á Fjarðafestivalin 2010. Tey eru trý syskin ið syngja saman, Brita, Charlotta og Jóannes á Váli. Eisini høvdu tey góðar tónleikarar afturat sær. Tey hava sungið saman í mong ár. Mín Jesus livuir, var ein av teimun góðu sangunum tey sungu. Nógv fólk vóru saman komin at lurta eftir teimun. Tað riggaði avbera væl, og stemningurin var sera góður.

 
Brenton Brown PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 04 Juni 2010 20:23
Les meiri...Klokkan gott 20.30 trein fyrra høvðusnavnið á Fjarðafestivalinum, Brenton Brown á pallin. Frá byran av vóru ikki so nógv fólk í salinum, men so skjótt vælljóðandi rútmurnar byrjaðu at bergtaka fólk, fyltist salurin alt meir. Hóast Brenton kanska ikki er eitt serliga kent navn um okkara leiðir, hevur hann skrivað og syngur fleiri vælkendar lovsangir, sum eisini vera brúktir í okkara samkomum. Og áhoyrararnir vóru beinanveg við í framførðsluni, og tað sást at fólk kenna fleiri av sangunum hjá Brenton.

Stílurin er...
Les meiri...
 
Kirstin Olsen PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 04 Juni 2010 19:16
Les meiri...Kirstin Olsen saman við bólki, legði fyri á fjarðafestvalinum fríggjakvøldið í hugnaliga umhvørvinum í festival tjaldinum.

Hetta er fyrstu fer, at bólkurin hjá Kirstin er við á fjarðafestivalinum. Bólkurin er knýttur til samkomuna í  Kelduni, har tey øll luttaka í sangi og tónleiki.

Tey sum framførdu saman við Kirstin vóru, Bjørgfinnur Heinesen á bongo trummum, Rannvá Olsen klaver,  Filip Jacobsen guitar og Kirstin Jakobina Frederiksberg røddir.

Sera vakurt og hugnaligt at lýða á. Stílurin var friðaligur tilbiðanar lovsangur.
 
Hugnalig løta saman við Mirjam og Victor PDF Prenta T-post
Hósdag, 03 Juni 2010 21:15
Les meiri...Næsta sangframførslan á Fjarðafestivalinum var við Mirjam og Victor Carlsen. Victor Carlsen byrjaði einsamallur á palli við einum vitnisburði. Hann spældi síðan fyrsta lagið á klaver, ið var instrumentalt. Síðan kom Mirjam við sínum lætta lyndi og sang "Tú gavst tín son at frelsa meg", sum er av fløguni, hon fyri stuttum gav út. Mirjam tosaði síðan um, at vit mugu vera nakað fyri hvønn annan og sang saman við áhoyrarunum sangin "Man skal leva för varandra". Aftur...
Les meiri...
 
Fjarðafestivalurin 2010 settur PDF Prenta T-post
Hósdag, 03 Juni 2010 20:07
Les meiri...Magnus Rasmussen borgarstjórin í Runavíkar kommunu byrjaði kvøldið við at takka fyri Fjarðafestivalin. Hann helst skránna vera fjølbroytta og at nakað var til alla familjuna. Hann segði, at fólk í Runavíkar kommunu hildu festivalin vera teirra festival. Menniskju eru sosialir skapningar og hava tørv á felagsskapi og er Fjarðafestivalurin eitt uppbyggjandi umhvørvi at vera í. Menniskju hava ikki bert tørv á føði, men eisini tørv á...
Les meiri...
 
<< Byrja < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Næsta > Enda >>

Síða 3 av 9