Tú ert her: Forsíða Tíðindi
Kunning um atgongumerki PDF Prenta T-post
Mikudag, 26 Mai 2010 10:38
Les meiri...Selt verður einans atgongumerki fyri alt vikuskifti. Tó tey, sum bert koma til seminar kostar tað 50,- fyri hvørt.

Tilmelding til seminar, sum eru í døgunum frá mánadag 31 maj og fram til hósdag 03. juni fer fram við at skriva eini boð á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it .

Prísir: Atgongumerki fyri alt vikuskifti: 395,- Børn undir 11 ár ókeypis. Tjalding: 150,- fyri hvørt tjald í alt...
Les meiri...
 
Fjarðafestivalurin og Atlantic Airways samstarvsavtalu PDF Prenta T-post
Mikudag, 26 Mai 2010 10:30
Les meiri...Fjarðafestivalurin og Atlanitc Airways hava í ár gjørt samstarvsavtalu um at Atlantic Airways verður ein av stóru stuðlunum til Festivalin. Hetta inniber at Atlantic Airways fer at fáa stóru útlendsku stjørnurnar Brian Welch Head og Brenton Brown heim til Føroyar. Báðir partar eru glaðir fyri hesa avtaluna, sum gevur Fjarðafestivalinum og Atlantic Airways fyrimunir og ger tað lættari at gjøgnumføra festivalin, sum er til gleði fyri mong fólk.

Vit eru sera spentir nú tað bert eru 4 dagar til festivalurin byrjar og fara vit at bjóða øllum vælkomin á Fjarðafestival 2010.
 
Skráin fyri Fjarðafestivalin 2010 nú tøk PDF Prenta T-post
Mánadag, 24 Mai 2010 17:38
Les meiri...Skráin fyri Fjarðafestivalin 2010 er nú tøk. Hon sæst við at fara á "Skrá" á valmøguleikanum ovast og kann eisini takast niður, sum PDF fíla HER. Sum nakað nýtt hevur Fjarðafestivalurin í ár eisini fleiri seminar umframt tónleikinum og byrjar hann tískil fyrri í ár enn áður. Millum seminar kunnu nevnast heiti sum Kristna heimsmyndin og naturalisma, Ljóðtøkni...
Les meiri...
 
TX-Vikings flutt til seinni í ár PDF Prenta T-post
Týsdag, 04 Mai 2010 00:09
Les meiri...Fjarðafestivalurin og TX-Vikings hava saman tikið avgerð um at TX-Vikings showið verður flutt til seirni í ár, og verður tískil ikki partur av sjálvum festivalinum. Vit eru einigir um at hetta show er so stórt, og krevur so nógv, at tað passar betri, sum eitt solo show.

Vit síggja fram til at fáa teir heim seinni í ár, har teir koma at koppa bilum, skraða telefonbøkur, boyggja pannir, bróta steinar og nógv annað spennandi. Endalig dagfesting er tó ikki ásett enn. Meiri kunning um TX-Vikings fæst við at vitja heimasíðu teirra www.tx-vikings.com.
 
Brenton Brown á Fjarðafestivalin PDF Prenta T-post
Týsdag, 30 Mars 2010 00:00
Les meiri...Brenton Brown er kanska ikki so kendur um okkara leiðir, men um vit nevna sangir sum Lord reign in me, All who are thirsty, Your love is amazing og Everlasting God, so eru hettar sangir sum Brenton hevur gjørt og sum verða sungnir nógv í ymiskum samkomum runt um í heiminum.

Ein “konsert” við Brenton Brown og hansara tónleikarum, er ikki bara ein konsert. Brenton leggur sera stóran dent á tað andaliga støði í hansara “framførðslu”, eingin skal verða í iva um at Gud hevur hægsta “prioritet”.

Brenton hevur...
Les meiri...
 
Gospelkórið VOX við á Fjarðafestivalinum PDF Prenta T-post
Týsdag, 25 Mai 2010 23:50
Les meiri...VOX er eitt gospelkór, sum í 12 ár hevur sungið og framført á møtum og konsertum. VOX hevur ferðast í nógvum tónleikastílum. Mest hevur tað verið nútíðar Gospel við íblástri úr Ameriku, men eisini hevur lættari kórtónleikur og jazzur verið á sangskránni.

Leygarkvøldið á Fjarðafestivalinum fer VOX at hava eina konsert, har kórið bæði syngur nýggjar sangir og sangir, sum tey hava sungið fyrr. Stílurin er blandaður, lívligt og meira friðarligt.

Í VOX eru 12 sangarar og 4 tónleikarar. Kórleiðari er Ásbjørn Berthelsen.
 
Fyrireikingar komnar undir land PDF Prenta T-post
Týsdag, 04 Mai 2010 00:13
Les meiri...Fjarðafestivalurin er nú komin undir land, og verður skráin skjótt almannakunngjørd.
Vit eru sera spentir at bjóða stórsta kristna tiltakið fram og er tað ein heiður at vera við til at fyrireika henda festival.

Á skránni verður millum annað vorkshop, fyrilestrar, pallborð, barnatiltøk, fjarðaland og nógvur tónleikur bæði útlendskur eins og føroyskur.
Les meiri...
 
Brian 'Head' Welch PDF Prenta T-post
Mikudag, 31 Mars 2010 00:00
Les meiri...Brian 'Head' Welch varð borin í heim tann 19 juni, 1970. Hann vaks upp í Bakersfield, California.  Head var bert 11 ára gamal, tá hann tók gittar í hond, og fann sítt kall. Eftir High School var Head við at stovna nu-metal bólkin Korn. Bólkurin fekk skjótt succes. Teir vunnu Grammy heiðirslønir og seldu fløgur í hópatal (multi-Platinum). Meðan Head var ein partur av Korn, fekk hann 6 Grammy nomineringar, vann tvær, og seldi uml. 40 milliónir fløgur runt um heimin. Tíðliga í 2005 skakaði Head tónleikaheimin, tá hann almannakunngjørdi...
Les meiri...
 
Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Fjarðafestivalinum PDF Prenta T-post
Hósdag, 25 Február 2010 11:59
Les meiri...Aftaná eitt sera gott samarbeiði tveir teir seinastu festivalarnar, hava Fjarðafestivalurin og Føroya Banki enn einaferð avgjørt at gera enn eina stuðulsavtalu. Hetta inniber at Føroya Banki aftur í ár er høvuðsstuðul hjá Fjarðafestivalinum. Ikki kann sigast annað enn at vit eru glaðir fyri hesa avtaluna, sum gevur okkum møguleika at gjøgnumføra enn ein fjølbroyttan festival til gleði fyri mong.
Les meiri...
 
<< Byrja < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Næsta > Enda >>

Síða 5 av 9