|
Sunnudag, 07 Juni 2009 00:46 |
Seinasti bólkur at framføra á ársins Fjarðafestivali var TOS, ið er ein stytting fyri Tollarar Og Syndarar. Frontfigurur í bólkinum er Bárður á Lakjuni, ið vit m.a. eisini kenna frá bólkinum SALT. TOS luttók eisini á seinasta Fjarðafestivali, og í ár sluppu teir so at enda festivalin.
Bólkurin legði út við einum sangi um TOS – sovorði tómt og lítið sigandi høfligheitsprát, sum vit øll luttaka í hvønn dag, uttan at meina serliga nógv við tað. Síðan helt bólkurin á við einum gomlum sálmi ”Tey siga mær søgan”... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 06 Juni 2009 22:16 |
Leif Høj, sum hevur verið vertur í allan dag, presenteraði Heina Lützen og tónleikarar hansara í kvøld.
Heine Lützen var eisini við í ár. Hann hevur verið við á hvørjum ári og er vorðin eitt afturvendandi navn á Fjarðafestivalinum. Hetta er at frøast um, tí hann er ein fantastiskur sangari. Hann hevði fýra tónleikarar afturat sær, meðan hann sjálvur eisini spældi uppá el-gittar.
Fløga er á veg, so hann framførdi sangir, sum verða at hoyra á henni. Eisini sang hann gott og gamalt, sum hann sjálvur sipaði til.
Hann legði út við góða gamla sálminum "Nærri... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 06 Juni 2009 21:17 |
Klokkan 21:30 komu Vox á pallin, øll í grønum og svørtum klæðum. Bólkurin, sum hevur nøkur ár á baki, er vorðin fastur táttur á Fjarðafestivalinum, og aftur hesaferð vóru tey ein fragd at hoyra.
Tað berandi hjá Vox er sangurin (13 sangarar, 4 ljóðføri og ein kórleiðari). Tó var pláss givið fyri onkrari einstakari guitarsolo, og hini ljóðførini (trummur, bassur og tangentar) smæddust heldur ikki burtur. Stílurin kann, um nakað, kallast gospel, og skift varð nakað ímillum tað stilla og tað lætta.
Kórleiðarin, Ásbjørn Berthelsen, dugdi sera væl at fáa fólkið við – bæði... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 06 Juni 2009 19:16 |
|
Tjaldið var rokandi fullt av børnum, tá ið Nósi kom við ballónum í fleiri spennanndi litum. Hann deildi út, og børnini tóku spent ímóti. Hann vaggaði gjøgnum barnaflokkin, og tað sást týðiliga, at børnunum dámu hesa serstøku vitjan. Teirra eygu vóru fylt við gleði og eitt bros sást á næstan hvørjum andliti.
Fleiri børn fingu klemm frá Nósa, og summi borðau seg í fangið á honum. Henda ovurstóra bamsa, sum er barnanna vinur, gekk runt sum ein kongur, og fleiri vóru kedd, tá ið hann var noyddur at fara. Myndir síggjast HER |
|
|
Sunnudag, 07 Juni 2009 00:01 |
Tað sást á øllum brøgdum, at fólk gleddu seg til framførðsluna hjá Marstin and the Revelators. Longu tá framførðslan byrjaði, vóru nógv fólk samlaði frammanfyri senuna, og einastu fólkini uppi á balkongini vóru undirritaði, ein journalistur og eini tveir fotografar. So fólk vistu hvar tey skuldu vera – nemliga frammanfyri senuna, har show'ið gekk fyri seg.
Teir løgdu hart út við kendasta sangi teirra, um pumpkin pie og ”I do not care for fruith”. Áskoðarafjøldin var við uppá tað, og kenni beinanveg sín leiklut, tá Martin spurdi tey um at syngja tað sum kemur aftaná ”oh Honey...” - nemliga ”Pumpkin piiie”.
|
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 06 Juni 2009 22:09 |
|
Eftir at framførðslan hjá Vox var liðug, var dramaframførðsla í tjaldinum har eisini gykling var á skránni.
Kórleiðarin í Vox, Ásbjørn Berthelsen, hevði nógv um at vera hesa løtuna, tí hann skuldi upptraðka sum gyklari, stutt eftir at konsertin hjá Vox var liðug. Ásbjørn hugtók serliga børnini hesa løtuna, og umframt at gykla royndi hann seg eisini sum búktalari. Tann bersøgni fuglurin ”Freki Finn úr Fugloy” fekk bæði børn og vaksin at flenna í kíki, tá hann segði sína hjartans meining – ikki minst um gyklaran sjálvan. Myndir síggjast HER |
|
Leygardag, 06 Juni 2009 19:54 |
Jan Honningdal er úr Noregi. Hann er kendur sum lovsongsskrivari og -leiðari.
Meðan ballónirnar, sum Nòsi stutt áðrenn hevði býtt út, sveimaðu upp undir loftið, sang Jan Honningdal. Hann var ikki einsamallur á palli, men hevði tónleikarar úr Kelduni afturat sær, eisini sungu tvær kvinnur kór. Hann byrjaði við kenda lagnum "Look what the Lord has done", og helt hann á við hesum stíli alla framførsluna.
Hann stóð róligur við sínum gittara og trallaði, eins og vit eru von at síggja hann, og var tað sera hugnaligt at sita og lýða á.
Hann skal syngja og spæla í... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 06 Juni 2009 19:00 |
Sølva Ford saman við tónleikarum og kór uppá 5 fólk, løgdu út við at framføra sera vakurt sangin "Vend títt eyga á Jesus".
Sølva er kend í føroyska tónleikaheiminum, og hevur verið virkin í fleiri ár, men sum hon greiddi frá, tá hon kom til sangin "I´m free", "so er tað soleiðis eg føli tað í dag, men tað havi eg ikki altíð gjørt, tí eg havi ikki altíð átt Jesus í hjartanum, men tað eigi eg í dag, og tað kann eg ikki tiga við" segði ein glað Sølva Ford.
Sangurin "I´ll fly away" setti veruligt lív í áhoyrarafjøldina. Seinasti sangurin "Alfa og Omega", var... |
|
Les meiri...
|
|