Tú ert her: Forsíða Tíðindi
Tórhild Bjarkhamar PDF Prenta T-post
Leygardag, 06 Juni 2009 17:58
Les meiri...

Tórhild Bjarkhamar var næsti luttakari á palli á fjarðafestivalinum í dag. Tórhild Bjarkhamar er úr Leirvík og gav fyri stuttum eina fløgu út. Útgávukonsertin var her og í dag stóð hon so aftur á palli í Kelduni.

Hon var einsamøll á palli - tó sat sonur hennara eina løtu so fittur við hennara lið. Hon sang sangir úr fløguni og hevði playback.

Hon byrjaði  framførsluna við einum sangi, ið er skrivaður út frá sálma 27. Sangurin er um at ivast, trúgva og vóna, um at verða varðveittur í trúnni, so at vit ein dag kunna koma heim til Himmals. 

Hon var...
Les meiri...
 
Fríðbjørg Jensen PDF Prenta T-post
Leygardag, 06 Juni 2009 17:11

Les meiri...Fjarðafestivalurin byrjaði aftur kl. 17 leygardagin. Tað var av fagrasta veðrið, og nakað av fólki var komið saman í Kelduni. Fríðbjørg Jensen við bólki var fyrst á pallinum í dag. Fríðbjørg sang inniligar og hjartanemandi sangir um sín frelsara, sum er við bæði í gleði og sorg. Fjøldin var væl við, og tað sást, at áhoyrarnir høvdu gleði av hennara framførðslu - vaggaðu væl við Les meiri... Fríðbjørg endaði við sanginum "Eg skilji ei alt", hon hevði ein persónligan vitnisburð um, at hon var glað fyri, at hon ikki skilti alt, men at alt er í Guds hond, og har kunnu vit vera trygg. 

Myndir síggjast HER

 
Dramabólkur PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 05 Juni 2009 23:50
Les meiri...Eftir at Credo fór av pallinum inni í salinum í Kelduni, fór fólkið útum í "Fjarðaland" at hyggja eftir einum dramastykki.

Tað fyrsta, og einasta, sum varð sagt var: "Eg droymdi eina náttina at øll fólk á Jørðini druknaðu". Síðan vístu tey við rørslum, hvussu fólk vóru við at drukna. Har var tó ein, sum stóð á landi. Hesin hevði bjargingarvestar hjá sær. Hann hjálpti einum og einum upp úr vatninum og vildi síðan hava hesi at hjálpa sær við teimum, sum framvegis druknaðu. Men hesi, sum hann hevði bjargað, vórðu knappliga upptikin av øðrum tingum. Onkur tosaði í...
Les meiri...
 
Jeremy Camp PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 05 Juni 2009 22:19
Les meiri...Fyri lítlari løtu síðan spældi høvuðsnavnið á festivalinum, Jeremy Camp, eina rimmar konsert á pallinum í Kelduni. Hann byrjaði við bøn, og fekk síðan fólkið við frá fyrsta sangi. Nógv fólk er komið afturat síðan festivalurin byrjaði uml. kl. 19.00, og salurin var nærum fullur til hesa konsertina. Bæði niðriundir og uppiá. Teir fyrstu sangirnir vóru pop/rock´utir sangir, sum veruliga fingu fólkið upp at hoppa. Hann fekk eisini fólkið í salinum at syngja við nakrar ferðir ígjøgnum konsertina. Hann spældi seinni nakrar friðarligari baladur eisini.

Jeremy Camp misti konu...
Les meiri...
 
Victor Carlsen PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 05 Juni 2009 19:34
Les meiri...Í hugnaliga fjarðatjaldinum sótu fleiri við einum heitum koppi av kaffe. Meðan fólkini nutu deiligu samveruna, spældi Victor Carlsen klaver. Hann var einsamallur á palli og spældi nakrar mjúkar tónar úr fløgu hansara, sum fyri stuttum kom út og kallast "Dreymar og veruleiki". Sangirnir hann spældi vóru millum annað skrivaðir av Elvisi Prestley, eisini spældi hann sangir, sum streingjakórið, hann var í, sang fyri nøkrum árum síðan. Hann deildi eisini vitnisburðar frá sínum egna lívi og segði millum annað, at tá ið lívið leikar á, hava vit ein Gud, ið skilir.

Ímeðan eg enn sat í...
Les meiri...
 
Humble Cry PDF Prenta T-post
Leygardag, 06 Juni 2009 00:29

Les meiri...Humble Cry komu á pallin eftir at dramastykkið í Fjarðalandi var liðugt. Av tí at klokkan er vorðin nógv, er ikki nógv fólk eftir her í Kelduni, men har var tó eitt sindur av fólki í salinum og lurtaði eftir teimum.

Humble Cry er ein bólkur av ungum dreingjum, sum spæla ymisk sløg av tónleiki. Teir hava ein greiðan boðskap, sum teir í kvøld vístu á, við at hava ein stóran hvítan kross mitt á pallinum alla konsertina ígjøgnum. Teir høvdu nakrar ungar gentur, sum hjálptu teimum í onkrum av sangunum, við tað at tær løgdu seg á knæ framman fyri krossinum. So har er eingin ivi um, hvat liggur teimum ungu dreingjunum á hjarta.

Myndir síggjast HER

 
Credo PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 05 Juni 2009 23:28
Les meiri...Aftur í ár vóru Credo við. Teir byrjaðu við einum braki. Tað serliga við hesum bólki, er tað, at sangarin spælir trummur. Hetta er sera hugtakandi at síggja, og tað skal sigast, at hann megnar hetta væl. Teir sóu út til at trívast á pallinum og veruliga dáma at standa har, tí støðugt sóust bros á andlitum teirra.

Afturat teirra ljóðførum høvdu teir miksaðan tónleik, sum kom frá telduni, ið teir høvdu við sær á pall. Hetta riggaði stak væl, tí tað skapti eina heild og eins og ein reyðan tráð ígjøgnum framførsluna. Hóast salurin einans var hálvfullur, eydnaðist tað Credo...
Les meiri...
 
Superhero PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 05 Juni 2009 20:45
Les meiri...Aftur í ár vóru Superhero við á fjarðafestivalinum. Hesaferð vóru tað fimm persónar, ið mannaðu bólkin og ikki sum í fjør einans fýra. Tað merktist, tí framførslan var munandi betri í ár. Tað sást týðiliga, at menninir nutu at standa á palli og hetta positiva huglagið smittaði skjótt yvir á fjøldina, sum stóð og lurtaði. Teir søgdu, at tað var deiligt at  vera aftur, og at teir høvdu havt eina positiva uppliving, síðst teir vóru her. Tá ið teir vóru her í fjør, fortaldi sangarin eina langa søgu, sum...
Les meiri...
 
Bjartur Fonsdal PDF Prenta T-post
Fríggjadag, 05 Juni 2009 19:15

Les meiri... 

Bjartur sat einsamallur á pallinum. Sangirnir hjá honum vórðu bornir av fantastiskari dygd á klaverinum, og einari rødd, sum fáur kann samanbera seg við.
Bjartur sang kendar, popputar sangir (coverløg hjá millum øðrum Steven Curtis Charpman), og gamlar, kendar og vældámdar sangir úr Heimamissiónssangbókini, sum hann hevði gjørt nýggj løg til.

Bjartur endaði konsertina við yndissangi síðnum, Thank you for giving to The Lord (I dreamed I went to Heaven), sum er um tey smáu tingini, vit gera í lívinum, sum kunnu ávirka onnur, uttan at vit sjálvi hugsa um tað. Ein sera góður og sterkur boðskapur at enda eina friðarliga og innarliga konsert við.

 
<< Byrja < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 8 9 Næsta > Enda >>

Síða 7 av 9