|
Fríggjadag, 05 Juni 2009 14:22 |
|

Veðrið í Skálafirði er av tí allarfagrasta, sólin skínur, og hýrurin er góður á fólki. Á økinum verður í løtuni seinasta hond løgd á verkið, og kampingøkið er við at fyllast - sigast kann, at Skálafjørður er í rættuligum festivalhýri. Spennandi verður at hoyra bólkarnir framføra við teimun sera góðu ljóð og ljós umstøðunum á fjarðafestivalinum í kvøld. |
|
Fríggjadag, 05 Juni 2009 13:22 |
Klokkan 10.50 ímorgun lendi Bae 41 jetstream leiguflogfarið, í góðveðrinum í Vágum. Umborð var høvuðsnavnið á Fjarðafestivalinum, Jeremy Camp og manning, umframt skotski pop rock bólkurin, Superhero. Flogferðin gekk av tí allarbesta, og vórðu forkunnugu gestirnir, ikki sørt í undran, yvir stórfingnu náttúruna í teimum stóð í møti. Fjarðafestivalurin verður settur kl. 18.30 íkvøld, av ársins leiðara 2009, Regin Jacobsen, og verða síðani framførðslir av ymiskum slag, restina av kvøldinum. Myndir síggjast HER |
|
Týsdag, 02 Juni 2009 21:41 |
|
So er skráin fyri Fjarðafestivalin klár. Festivalurin er 5-7 juni og nærkast nú í stórum. Sí skránna á valmøguleikanum Skrá omanfyri ella trýst á her. |
|
Hósdag, 28 Mai 2009 21:23 |
|
Nú Fjarðafestivalurin nærkast, og dagarnir fjarða, er spenningur í luftini. Seinasta nýggja er at høvuðsnavnið, Jeremy Camp, kemur til Føroya fríggjadagin í næstu viku, við leigaðum flogfari. Fyrireikarirnir av fjarðafestivalinum hava gjørt avtalu við enskt útleigufelag um leiguflogfar, sum skal flúgva Jeremy Camp og manning um Norður Atlantshavið, úr Edinburg til Føroya.
Tað verður eitt upplivilsi av teimum heilt stóru, at hoyra henda framúrskarandi artistin, sum júst er kosin ársins artistur og sangskrivari, av størsta kristna tónleika magasininum í USA, CCM magasin. Tí mugu vit ásanna, at talan er ikki um hvønn sum helst, tá hesin... |
|
Les meiri...
|
|
|
Fríggjadag, 05 Juni 2009 14:09 |
Eftir at flogfarið við stjørnunum á fjarðafestivalinum var lent, gekk leiðin niðan á Sornfelli, har okkara føgru oyggjar lógu í fagrasta veðri og gjørdu seg upp fyri gestunum. Jeremy Camp tyktist sera hugtikin av hesari uppliving, og sást tað týðuliga, at hann kendi seg rættuliga á toppinum, bæði so og so.
Eisini hinir gestirnir tyktust sera hugtiknir, og ikki var tað sørt, at teir høvdu hug at samanbera við stórfilmin, Braveheart, men tá tann... |
|
Les meiri...
|
|
Hósdag, 04 Juni 2009 13:58 |
|
Aftur í ár er Føroya Banki høvuðsstuðul hjá Fjarðafestivalinum, sum verður í Kelduni í Skálabotni 5 - 7 juni. Fjarðafestivalurin hevur til endamáls at menna og styrkja gospeltónleikin í Føroyum.
Fyriskipararnir siga, at lagt er upp til ein spennandi festival. Festivalurin í ár verður enn meiri familjuvinarligur, og ætlanin er, at meiri skal gerast fyri børnini enn undanfarin ár.
Størsti dentur verður sjálvandi lagdur í tónleikin, sum verður fjølbroyttur, og sum bæði útlendskar og føroyskar kreftir standa fyri.
Føroya Banki hevur áður verið høvuðsstuðul hjá Fjarðafestivalinum og fegnast um aftur at vera við í tiltakinum.... |
|
Les meiri...
|
|
Sunnudag, 31 Mai 2009 10:33 |
|
Nú er tað møguligt at brúka RSS frá heimasíðu okkara, Fjardafestival.com. RSS stendur fyri 'Rich Site Summary' ella vanliga kallað 'Really Simple Syndication' og gevur hetta tær møguleika at fáa eitt yvirlit yvir øll nýggj tíðindi á heimasíðuni, á eitt RSS forrit ella við at nýta ein kaga, sum Mozilla Firefox og Internet Explorer 7-8.
Sí http://www.fjardafestival.com/index.php?option=com_bca-rss-syndicator&feed_id=5 Ókeypis forrit við hesum møguleika: Mozilla Firefox (kagi) NewsGator SharpReader Ikki eru hetta einastu av sínum slag, men finnast mong onnur. |
|
Hósdag, 28 Mai 2009 21:03 |
|
Jeremy Camp, sum verður at hoyra á Fjarðafestivalinum, er kosin besti artist/songwriter av lesarum hjá CCM Readers í 2009. (kelda: Jeremy Camp Official Blog) |
|