|
Leygardag, 05 Juni 2010 18:54 |
”Vox” er eitt afturvendandi navn á Fjarðafestivalinum, og soleiðis var aftur í ár. Klokkan 18:45 komu tey á pallin inni í Kelduni.
14 sangarar (9 kvinnur og 5 menn) umframt kórleiðaran Ásbjørn Berthelsen, eru í bólkinum, og eisini hava tey 4 tónleikarar (tangentar, guitar, trummur og bass). Í aldri munnu tey flestu vera í 20'unum.
Talan var um góðan og inniligan sang, og solistarnir vóru eisini góðir. Sigast má tó, at sangirnir eru blivnir stillari við árunum, um enn onkur rættiliga lívligur eisini var at... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 16:46 |
|
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 16:01 |
|
Ingibjørn byrjaði við at presentera Hans Terja og Terja Vestergaard. Hans spældi gittar og sang, meðan pápin Terje spældi bass. Teir høvdu tveir sangir á skránni, tann eina hevði Hans sjálvur skrivað og gjørt lag til. Sera góður sangur.
Eftir teir kom Àsbjørn "Gyklarin". Hann hevði ymisk triks, sum hann vísti fram fyri børnunum. Nógv børn og vaksin vóru samlaði uttanfyri í tjaldinum. Eisini kundu børn vera við í "gyklinum". Eisini hevði Àsbjørn freka Finn við sær. Hann sang "Djúp og breið" saman við børnunum. Tað var orduliga hygg. |
|
Leygardag, 05 Juni 2010 12:11 |
Í dag frá kl. 16.00, Borreiðir Fjarðafestivalurin við Stórum barnatiltøkum. Gyklarin Ásbjørn og Absalon og Beinta Áargarð koma at standa fyri undirhaldinum frá pallinum, og Nósi kemur eisini á vitjan. Fjarðalandið letur upp kl. 14.00, og har kunnu børnini ókeypis hugna sær á øllum hoppiborgunum. Eisini kemur 9 ára gamli, Hans Terje at syngja í Tjaldinum. Í dag byrjar Fjarðafestivalurin annars kl. 14.00, við Pallborðsfundi har umboð fyri kirkju og samkomulívið í Føroyum skifta orð um kristindóm í Føroyum 2010. |
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 18:33 |
Absalon og Beinta Áðargarð høvdu klokkan 17:45 eina undirhaldandi og læruríka framførðslu í tjaldinum. Útgangasstøðið fyri framførðsluna var bíbliversið um at vinna á illum við góðum (Róm. 12,21)
Fuglurin Fjarðarok, sum býr í einum kuffert-reiðri var í ringum lag, tí dukkan Niklái, hevði argað hann. Hetta vildi hann hevna, men loysnin var at vinna á illum við góðum. Bæði Fjaðrarok og Niklái vóru við í framførðsluni.
Absalon og Beinta, sum bæði vóru í teirra eyðkenda búna (reyðari... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 16:45 |
Viðkomandi pallborðsfundur var kl 14 á Fjarðafestivalinum. Pallborðið var samansett av Føroya dómprósti Una Næs, samkomuleiðaranum í Lívdini Jógvan Zachariasen, skriftserfrøðinginum Símun Absalonsen, aðalskrivaranum í Føroysku heimamissiónini Øssur Kjølbro og samkomuleiðaranum í Kelduni Paula Høj. Rúni Rasmussen var orðstýrari og setti spurningarnar.
Spurningurin "Hvønn leiklut hevur kristindómurin í føroyska samfelagnum í 2010?" varð fyrst settir. Teir fingu allir eina løtu at svara spuninginum og tann fysti... |
|
Les meiri...
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 12:32 |
|
Í dag kanst tú koma á Fjarðafestival fyri einans 175,- Byrja verður kl.14:00 við pallborðkjaki. Sí annars skránna her á hemasíðuni.
|
|
Leygardag, 05 Juni 2010 00:00 |
Í dag kl. 14.00, borreiðir Fjarðafestivalurin við einum sera forkunnugum tiltakið. Talan er um ein pallborðsfund, har umboð fyri Føroyska kirkju og samkomulívið fara at debaterað um Kristindóm í Føroyum 2010. Panelið verður breitt samansett við Føroya Dómprósti, Una Næs, Samkomuleiðaranum í Lívdini, Jógvan Zachariasen, Skriftserfrøðinginum, Símun Absalonsen, Aðalskrivaranum í Føroysku Heimamissiónini, Øssur Kjølbro og Samkomuleiðaranum í Kelduni, Paula Høj. Paneli fer at viðgerða Kristindóm í Føroyum sæð frá fortíð, nútíð og framtíð. Høvið verður eisini hjá áhoyrarunum at seta panelinum spurningar. |
|